Vísindavøkubúmerki
Leita

Miðlaheiðursløn

2025 - Uni Árting
2025 - Uni Árting
2025-10-02

Uni Árting fekk miðlaheiðursløn Granskingarráðsins 2025.

Uni Árting er útbúgvin jarðfrøðingur og starvast á Jarðfeingi. Hann er eisini í parttíðar starvi á Rúmdardeplinum á Oslo Universiteti.

Í grundgevingini fyri at lata Una Árting miðlaheiðurslønina varð m.a. sagt:

”Uni Árting dugir sera væl at miðla sína vitan og gransking til almenningin á ein lætt skiljandi, fangandi og kjakkveikjandi hátt. Hann er engageraður og dugir væl at seta sína gransking inn í aktuellar støður og koma við niðurstøðum, sum gera okkum klókari um tað, sum hendir í jarðfrøðini her hjá okkum og aðrastaðni, eisini úti í rúmdini."