Tíðindi
Á miðlafagnaðinum seinnapartin varð filmurin “Ein gerandisdagur undir korona” hjá fýra dreingjum í Nám X kosin besti filmur. Vinningurin var 5.000 kr.
Hesin filmurin fortelur eina góða søgu um ein koronudag, sum fangar fyrstu ferð tú sært filmin. Har er ein samanhangandi søgugongd í filminum, teir spæla við ymiskum filmseffektum og hava humor, men eisini álvara. Filmurin er júst 3 minuttir.
Teir, sum hava gjørt filmin eru Petur D. Fjallsbak, Tóki F. Berthelsen, Martin D. Heldarskarð og Dánjal Danielsen.
Filmurin “Koronadagur” fekk ein eykavinning ella eitt ”special mention”, sum tey siga í filmverðini.
Hesin filmurin er flott filmaður, og tað er ein góð søga søgd við filminum. Hon lýsir, hvussu korona ávirkar nakrar gentur, og hvat hetta hevur merkt. Filmurin er væl gjørdur tekniskt og er samanhangandi við handling, ljóði og myndum.
Tey, sum hava gjørt og eru við í hesum filminum, eru Vigga Louisa Waagstein Hansen, Lý av Fløtum Mittún, Bjørt Nørspang Davidsen, Tóki Nørspang Davidsen, Malan Petursdóttir og Ronja Petersen Erlingsson.
Tað vóru fólk frá Granskingarráðnum og Filmshúsinum, sum mettu um filmarnar.
Um kappingina
Filmarnir skuldi vera um gerandisdagin hjá ungum í koronutíðini. Krøvini til filmarnar vóru, at tey skuldu vera 3 minuttir, tiknir upp og kliptir við fartelefon. Freistin at lata filmar inn var 1. november.
Tað komu 5 filmar til kappingina. Allir filmarnir kunnu síggjast í filmssavninum og á Youtube rásini hjá Granskingarráðnum