Vísindavøkubúmerki
Leita

Tíðindi

Hans Ellefsen fekk miðlaheiðurslønina 2026
Hans Ellefsen fekk miðlaheiðurslønina 2026
2026-09-30

Á miðlafagnaðinum á Vísindavøkuni varð kunngjørt, at miðlaheiðursløn Granskingarráðsins 2026 verður latin Hans Ellefsen.

Tað er Granskingarráðið, sum letur heiðurslønina fyri framúr góða almenna miðling av granskingeftir uppskoti frá fólki. Aftur í ár vóru fleiri góð uppskot send, sum ein dómsnevnd metti um.

Jón Brian Hvidtfeldt, limur í dómsnevndini, segði soleiðis, tá hann avdúkaði vinnaran:

Hans Ellefsen er varadekanur og lektari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hann er búskaparfrøðingur og hevur ph.d. í fiskivinnubúskaparfrøði.

Dómsnevndin metir, at Hans Ellefsen á fyrimyndarligan hátt lýkur krøvini til heiðurslønina.

Hans Ellefsen hevur í fleiri ár verið nógv frammi í miðlunum, har hann hevur viðmerkt og greitt frá aktuellum búskaparfrøðiligum viðurskiftum, serliga á fiskivinnuøkinum. Hann hevur hóast ábreiðslur megnað at staðið fast við sínar fakligu grundaðu atfinningar móti førda fiskivinnupolitikkinum. Eisini hevur hann verið við til at flutt prátið um fiskivinnu frá bert at snúgva seg um, hvussu nógv vit fiska, til eisini at fevna um onnur samfelagsvirðir.

Í ár skipaði hann fyri stórari altjóða ráðstevnu fyri fiskivinnubúskaparfrøðingar, har føroyingar fingu høvi at nema sær vitan frá fremstu granskarum í heiminum á økinum.

Í einum tilmæli, sum Granskingarráðið hevur fingið um at geva Hans Ellefsen miðlaheiðurslønina í ár, stendur m.a.:

”Hans Ellefsen hevur verið ein týðilig fakliga grundað rødd í kritiska kjakinum um fiskivinnubúskapin og -politikkin seinastu árini.”

Og í einum øðrum tilmæli sendur:

“Hans hevur í mong ár ósjálvsøkin og mangan púra einsamallur ótroyttiliga roynt at upplýsa almenna kjakið og politisku avgerðirnar við vísindaligum íkasti og egnari gransking.”

“Hans leypir ikki framav, hann gremur seg aldrin og er ongantíð bondskur, tó at hann í áravís hevur lagt kropp til nógva útspilling bara tí, at hann ber fram síni úrslit og sjónarmið, sum ganga ímoti sterkum seráhugamálum. Altíð hevur Hans tað felags besta í huga, tað vil siga, hvat gagnar samfelagsbúskapinum best, og tað hevur mangan sett Hans í eina sárbæra støðu. Men hann gevst ikki fyri tað.”

Við hesum skal eg vegna Granskingarráðið handa Hans Ellefsen Miðlaheiðursløn Granskingarráðsins 2026.

Í stuttari røðu takkaði Hans Ellefsen fyri heiðurin, sum hann fegnaðist um at fáa.