Tíðindi
Stórur áhugi var kring landið fyri at vitja Vísindavøkuna á ferð. Ferðin byrjaði 12. september í Havn og endaði 19. september í Hovi. Umleið hálvtannaðhundrað fólk nýttu høvi at hoyra fyrilestrar hjá granskarum um alt frá fruktbæri hjá seyði til koronudagbøkur.
Serliga á Sandi var stórur áhugi fyri Vísindavøkuni í ár. 40 fólk høvdu leitað sær inn á Sands Bókasavn at hoyra fyrilestrar um havfrøðiligar broytingar, sjóvarfalsorku og um hví føroyingar hava ilt í búkinum.
Á Landsbókasavninum í Havn vóru 30 fólk komin saman at hoyra um CO2 goymslu í føroysku undirgrundini, skíggjavanar og koronudagbøkur. Á Miðnámsskúlanum í Hovi hoyrdu 30 fólk fyrilestrar um fornfrøði, keyp og sølu av orku og broytingar í heilsustøðuni hjá eldri føroyingum.
Á Klaksvíkar Bókasavni vóru 20 fólk komin at hoyra um føroysku orkuskipanina, umsiting av pelagiskum fiskastovnum og um makrelegg. Og í Gamla Skúla í Sørvági hoyrdu 20 fólk fyrilestrar um 4D GNSS tíðarrøðir, samband millum ílegur og COVID-19 og um fruktbæri hjá føroyskum seyði.
Granskarar hava eisini hildið fyrilestrar fyri fleiri hundrað næmingum á miðnámsskúlunum í Vestmanna, á Kambsdali og í Hovi.