Tíðindi
Vísindavøkublaðið 2025 er útkomið

2025-09-22
Vísindavøkublaðið 2025 kom út saman við Vikuskiftissosialinum 12. september.
Í blaðnum eru greinar um gransking og vísindi. Greinar eru millum annað um mótstøðuførar bakteriur frá kloakkunum, um nýggjar undirvísingarhættir í støddfrøði, um vantandi kunnleika til vitlíki og um støðuna í USA og avleiðingarnar fyri Føroyar.
Her eru samrøðu við fleiri granskarar, m.a. Peter Freere, sum er nýggjur dekanur á Náttúruvísidnadeildini, og við Unn Laksá, stjóra í Sjókovanum.
Greinar eru eisini um nýggj hagtøl fyri gransking, menning og nýskapan og um nýggjar verkætlanir, ið hava fingið stuðul frá Granskingarráðnum og NordForsk.